Tíðindi - 03. september 2025

Ferðsluavmarkingar á Frælsinum frá 4. september til 10. oktober

Í sambandi við fyrsta part av fjarhitaarbeiði á Frælsinum, verður eingin ferðsla loyvd úr J. C. Svabos gøtu eftir Frælsinum niðan til Eirargarð frá hósdegnum 4. september klokkan 8 til fríggjadagin 10. oktober klokkan 16.

Meðan arbeiðið fer fram, koyrir leið 1 ikki eftir Frælsinum, men koyrir ístaðin eftir J. C. Svabos gøtu, Fríðriks Petersens gøtu og víðari eftir ferðaætlanini.