Tíðindi - 18. september 2026

Ferðsluavmarkingar í sambandi við Triathlon-kapping í Havn 20. september

Eystara koyribreyt í R.C. Effersøes gøtu er stongd frá Tjaldursvegnum niðan til rundkoyringina á Hálsi sunnudagin 20. september frá klokkan 8.30 til 11.30 í sambandi við Triathlon-sprint. Ferðslan í rundkoyringini á Hálsi er eisini avmarkað í hesum sambandi, og ferðsluljósini á vegamótinum við Hvítanesvegin og Ringvegin eru sløkt, meðan kappingin fer fram.