Lurta
Tíðindi - 11. september 2023

Ferðslubroytingar 16. september í sambandi við Kollafjarðardagar

Í sambandi við Kollafjarðardagar 2023 og súkklutiltak, sum verður leygardagin 16. september 2023, verða vegir stongdir í Kollafirði.

Hesir vegir verða stongdir:

  • Vegurin í Líðini, frá Kollafjørður Pelagic til bátahylin við Sjógv, verður stongdur frá kl. 9.45 til 12.
  • Vegurin við Sjógv, frá kirkjuni til innkoyringina Norðuri í Sundum, verður stongdur frá kl. 9.45 til 12.

Leið 7, sum fer Norðuri úr Sundum kl. 10, koyrir ikki eftir bygdavegnum. Leiðin koyrir í staðin eftir landsvegnum og steðgar við busssteðgiplássið við Sjógv.

Á kortunum niðanfyri sært tú, hvar og nær avmarkingarnar eru: