Tíðindi - 08. juni 2026
Ferðsluljósini í R.C. Effersøes gøtu eru í ólagi
Seinastu dagarnar hava trupulleikar verið við ferðsluljósunum á vegamótinum R.C. Effersøesgøta-Bøkjarabrekka.
Ljósini lýsa ikki sum nú er, og væntandi ganga nakrir dagar afturat, áðrenn ljósini fara at lýsa aftur.
Um alt gongur eftir vild, fara ferðsluljósini at rigga aftur seinni í vikuni.
Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt varsemi, so leingi ferðsluljósini eru í ólagi.