Tíðindi - 04. januar 2023
Ferðsluteljingar við upptøkutólum við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur
Frá hósdegnum 5. januar 2023 fer kommunan at gera ferðsluteljingar við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Vit halda eisini fram við ferðsluteljingunum við rundkoyringina á Hálsi.
Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.
Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.
Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.