Lurta
Tíðindi - 29. september 2022

Fíggjarætlanin 2023 framløgd á býráðsfundi í dag

Í fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan verður úrslitið áðrenn rentur 234,9 mió.kr. Úrslitið áðrenn avdráttir og íløgur verður 229,2 mió.kr.

Avlop til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu verður 192,9 mió.kr. Lániskuldin hjá kommununi er 242 mió.kr. Av hesum eru 233 mió. kr knýttar at Tórshavnar havn.

Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2023 vaksa 46,6 mió.kr ella 4,0% upp í 1.208,7 mió.kr í mun til metingina fyri 2022 upp á 1.162 mió.kr.

Í uppskotinum til fíggjarætlan 2023 er roknað við, at kommunuskattaprosentið og barnafrádrátturin framhaldandi verða ávikavist 19,00% og 8.000 kr.

Ein nærri gjøgnumgongd verður at síggja á heimasíðuni eftir býráðsfundin í kvøld.