Lurta
Tíðindi - 23. juni 2023

Fimm starvsfólk á barna- og ungdómsøkinum heiðraði

Starvsdagar Á Barna Og Ungdómsøkinum

Tórshavnar kommuna er farin undir at heiðra starvsfólkum fyri drúgva og trúgva tænastu á barna- og ungdómsøkinum. Starvsfólk, sum hava starvast í 30 og 40 ár, hava fingið heiðurstekin og gávur.

Í morgun var hugnaløta á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, tá fimm starvsfólk, sum hava rundir starvsdagar, vórðu heiðraði. Borgarstjórin helt røðu fyri hvørjum einstøkum starvsfólki og handaði teimum eina gávu.

Borgarstjórin segði m.a., at tað er onki sum gleðir ein borgarstjóra meira enn trúgv starvsfólk við longum áramáli í starvinum, tí tað kann bara benda á góðan trivnað, og at starvsfólkini, eftir øllum at døma, eru og hava verið góð við tykkara arbeiði og arbeiðspláss.

Heðin Mortensen vísti á, at tað hevur alstóran týdning, at barna- og ungdómsøkið hevur starvsfólk við drúgvum royndum. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og sum hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

At endað takkaði borgarstjórin starvsfólkunum fyri teirra stóra íkast og drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi.

Starvsfólkini, sum vórðu heiðrað, eru hesi:

Maria Johannesen, 25 ára starvsdag.

Maria hevur verið nærum 30 ár í starvi í TK, men í dag blivu tey fyrstu 25 árini heiðraði!

Maria byrjaði sum hjálparfólk í Vípuni í 1989 og bert avbrotið av lestrartíðini, hevur hon síðan starvast í kommununi – og einamest hevur Maria halgað sítt fakliga yrki til tey børnini, sum av ymiskum ávum stríðast ella hava avbjóðingar, fyrst í Stuðulsfólkaskipanini og nú síðan 2010 sum námsfrøðiligur ráðgevi.

Maria er sera nærløgd og hon brennir fyri at hjálpa børnunum og skapa menningarmøguleikar fyri tey. Hon hevur nógva vitan og leitar sær støðugt nýggjan lærdóm og fylgir við í, hvat rørir seg fakliga.

Maria hevur ígjøgnum øll hesi árini hjálpt hundraðtals børnum á leið og givið starvsfólki og foreldrum íblástur og stuðul til at loysa sínar avbjóðingar.

Edda Hjartvardsdóttir, 20 ára starvsdag

Edda hevur verið í starvi hjá TK í meira enn 20 ár tilsamans, síðan hon í 1986 byrjaði sum hjálparfólk í Dagstovninum í Hoyvík.

Í 2000 kom hon aftur sum námsfrøðingur og hevur síðan virkað á dagstovnaøkinum. Fyrst í dagstovninum í Hoyvík, har hon eisini eitt skifti var leiðari - og síðan á dagstovninum á Velbastað, har hon var í 7 ár, áðrenn hon í februar í fjør byrjaði á B&U sum dygdarmennari.

Edda er námsfrøðingur við stórum N. Hon er kend fyri sítt livandi engasjemang í fakinum og fakliga umhvørvinum sum heild. Hon er ímyndin av dagstovnanámsfrøði í Føroyum - og hvat er meira hóskandi, enn, at hon nú er farin undir stóru uppgávuna at kveikja námsfrøðina á øllum okkara dagstovnum í kommununi.

Jan Mølvad Laursen, 10 ára starvsdag

Jan hevur starvast á Barna- og Ungdómsøkinum hjá Tórshavnar kommunu í skjótt 15 ár. Men í dag vórðu tey fyrstu 10 árini hátíðarhildin.

Fyrstu 12,5 árini var Jan leiðari á frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini, og hevur verið eitt undangongufólk fyri frítíðarskúlatilboðini.

Næstu 2 árini var Jan eindarleiðari í Eind A, og síðani februar mánað í ár hevur hann verið deildarleiðari fyri alt Barna- og Ungdómsøkið.

Tey siga her á BU, at Jan er teirra felt-marsjallur. Starvsfólkini kenna teg sum stuttligan, fevnandi, hjálpsaman og lættsintan.

Jan er fullur í hugskotum og tveitir nógvar bóltar upp í luftina. Tey siga, at Jan fær starvsfólkini at føla seg væl hoyrd – eisini sjálvt um hann dámar væl at bestemma.

Men tað er stuttligt at vera við, har Jan er uppi í leikinum, og tað hendir eitt sindur av hvørjum, har hann er. Bæði sosialt og eisini á Barna- og Ungdómsøkinum.

Bjarni Beder, 10 ára starvsdag

Bjarni hevur starvast í 18 ár í frítíðarskúla hjá Tórshavnar kommunu. Hann hevur millum annað arbeitt í Frítíðarskúlanum í Hornabø og Frítíðarskúlanum í Hoyvík, bæði sum hjálparfólk, námsfrøðingur, leiðari og seinastu mánaðirnar sum eindarleiðari hjá Barna- og Ungdómsdeildini.

Starvsfólkini kenna Bjarna sum ágrýtnan, skipaðan og miðvísan í sínum starvi, og hann hevur eisini verið við til at skipa fyri eini ørgrynnu av tiltøkum fyri frítíðarskúlarnar í kommununi.

Bjarni hevur eitt serligt tev fyri at skipa viðurskiftini í excel-ørk – alt kann setast í system – og hann er ikki bangin fyri at deila sína vitan við samstarvsfelagarnar.

Hann er fyrikomandi og skemtingarsamur, og altíð við upp á eina góða veitslu. Lagið er altíð gott, har Bjarni er við.

Angela Fagranes, 10 ára starvsdag

Angela hevur starvast í Tórshavnar kommunu í fleiri tíðarskeiðum síðan 1991 og til dagin í dag.  Hetta er blivið til 19 ár tilsamans, men í dag blivu tey fyrstu 10 árini hátíðarhildin.

Angela hevur starvast bæði sum hjálparfólk, stuðul og leiðari, áðrenn hon í 2015 byrjaði sum námsfrøðiligur ráðgevi.

Hon er ein kreativur og nærlagdur ráðgevi, sum gongur høgt uppí at gera sítt arbeiði til lítar, og vit kunnu róliga staðfesta, at børnini elska hana! Tað kenna vit aftur úr øðrum sambondum eisini.