Lurta
Tíðindi - 08. mars 2024

Fjølbroyttur framburður innan landbúnað og ferðavinnu

Skipað varð í dag fyri forvitnisligari móttøku á bryggjarínum í OY, nú komið er á mál við átakinum “Nýskapan í landbúnaðarferðavinnuni” og verkætlanirnar eru til reiðar at royna flogið. Um 200 áhoyrarar luttóku á endatiltakinum á bryggjarínum OY í dag.

Hesar seinastu átta vikurnar hava 8 veitarar í landbúnaðinum verið á íverksetanarskeiðið í Hugskotinum. Skeiðið er liður í verkætlanini um landbúnaðarferðavinnu, og vóru tað góðu royndirnar við árliga átakinum “Nýskapan í ferðavinnuni”, ið gjørdu tað upplagt at royna sama leist við nýggjum ferðavinnutilboðum, ið taka støði í landbúnaðinum.

“Nýskapan í landbúnaðinum” er skipað sum eitt samstarv millum Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands. Endamálið er at menna nýggjar spírar innan landbúnaðarferðavinnu og tryggja hesum bestu møguleikar at eydnast.

Heidi Holm, Visit Faroe Islands/Búnaðargrunnurin bjóðaði vælkomin.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, hugleiddi um vinnulívið í Tórshavnar kommunu, har bæði landbúnaður og ferðavinna fylla nógv og skapa nýggjar møguleikar í býnum, ikki minst við at gagnnýta lokalar landbúnaðarvørur og við nýggjum ferðavinnutilboðum..

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, greiddi frá vaksandi áhuganum frá ferðafólki eftir upplivingum í landbúnaðargeiranum og um møguleikarnar, ið liggja í samanrenningini millum landbúnað og ferðavinnu.

Somuleiðis hugleiddi Gutti Winther um landbúnaðin í Føroyum og um vørur og upplivingar, ið eru at finna í føroyska spískamarinum.

Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum, og Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn, greiddu í stuttum frá gongdini seinastu átta vikurnar, og bjóðaðu luttakarunum á pallin. 

Tey, sum hava luttikið í verkætlanini eru:

Karin Olsen sum, saman við manninum Regin, hevur keypt festi í Svínoy. Tey fara tey at bjóða heimablídni og upplivingar í oynni. Eitt nú túrar ígjøgnum torvheiðar, har ið greitt verður frá mentanarliga týdninginum av torvi í Føroyum.

Berghild B. Mittún og familjan hava seyðagarð á Selatrað. Tey fara at bjóða vitjandi upplivingar, sum taka støði í føroyskari seyða-, mat- og bygdamentan.

Jóhann Fagraklett rekur Gásadalsgarð saman við familjuni. Tey bjóða gisting og hava matstovu við egnum rávørum í Gásadali. Nú verður virksemið víðkað við gongutúrum undir heitinum ‘frá korni til øl’.

Jónley Poulsen luttekur við verkætlanini Handaná í Mykinesi. Hon er 16’anda ættarlið á garðinum í Mykinesi og ynskir hon at veita ferðafólki staðbundnar upplivingar og føroyskan mat.

Dorit Hansen er forkvinna í nýstovnaða áhugafelagnum Spinnaríið, sum arbeiðir fyri at Spinnaríið í Klaksvík skal vera eitt nútímans mikrospinnarí við verkstovum, framsýningum og søgusavni.

Sonja D. Nolsøe við eini verkætlan ið snýr seg um at skipa nýggj tilboð og upplivingar á Dúvugørðum í Saksun.”

Elin Ziska og Gunnvá Højgaard Mohr hava verkætlanina Skýming. Skýming bjóðar ferðafólki í bindiklubb í Tórshavn. Ein serstøk og autentisk mentunar uppliving, ið fagnar føroysku bindimentanini.

Barbara K. Andreasen ynskir at geva vitjandi innlit í lívið sum smábóndi í Nólsoy við túrum og heimablídni við denti á egnar og stuttfluttar rávørur.

Vit ynskja verkætlanunum allarbestu eydnu víðari og gleða okkum at royna tilboðini í summar.