Tíðindi - 24. apríl 2026
Flaggdagshald í Kollafirði og í Havn

Flaggdagshald verður í skúlagarðinum í Kollafirði leygardagin kl. 13.00.
Skótar, ítróttafólk og reiðfólk møta við bygdarhúsið kl. 12.30.
Annika Magnussen Gaard heldur røðu, og GHM spælir.
Skótar hjá skótaliðnum Túgvan bjóða kakao og bollar aftaná.
Í Havn byrjar skrúðgongan til flaggdagshaldið kl. 15.00 uppi við Sankta Frans skúlagarð.
Haðani verður gingið oman á Vaglið, har Brynhild Thomsen heldur røðu, og skótarnir selja kaffi og annað gott.