Lurta
Tíðindi - 22. mars 2023

Fleiri lendisgøtur gerast

Í fjør varð samtykt at fara undir fleiri lendisgøtur, m.a. í Hoydølum, Sortudíki, Gundadali, Sandagerði, við Hoyvíksvøll, í Havnardali og við Hvítasand.

Vegna starvsfólkatrot varð ikki farið undir fleiri av gøtunum í fjør og nú eru onkrar gøtur komnar aftrat, eitt nú við Stórutjørn.

Nú mælir umsitingin til at játta 4 miljónir at fara undir at bjóða hesi arbeiði út og seta tey í gongd. Hetta varð samtykt í fíggjarnevndini í dag og málið kemur fyri býráðið hósdagin.