Tíðindi - 24. februar 2022

Fleiri nýggj dagstovnapláss í Tórshavnar kommunu

Stóri fólkavøksturin í Tórshavnar kommunu hevur við sær tørv á fleiri dagstovnaplássum.

Í løtuni umbyggir kommunan Miðstovnin í Kongagøtu. Ætlandi verður bygningurin liðugur og klárur at taka í nýtslu í apríl.

Í hesum sambandi fer býráðið í kvøld at játta fígging til 24 nýggj vøggustovupláss í Miðstovninum.

Harumframt verða eisini fleiri pláss í Lonunum í Hoydølum. Har verða ein vøggustova og ein barnagarðsstova stovnað við tilsamans 32 plássum.

Kommunan fyrireikar eisini útbygging av Dagstovninum á Hamrinum , har ætlanin er at víðka stovnin við fýra stovum ella uml. 64 plássum.