Tíðindi - 27. november 2026

Fleiri skiljistøðir settar upp

Íslandsvegur

Borgarar Millum Gilja, á Íslandsvegnum og í Gundadali sleppa nú at skilja glas og metal frá vanliga burturkastinum. 

Í fjør summar byrjaði kommunan at seta skiljistøðir upp í grannaløgum í býnum. Fólk hava tikið sera væl ímóti skiljistøðunum, og tí eru enn fleiri skiljistøðir settar upp hesa vikuna.

Við nýggju skiljistøðunum, fevnir verkætlanin “Nærskiljing í grannalagnum” um yvir 1.300 húski. Ætlanin er at halda fram við arbeiðinum at seta støðir upp runt í býnum. Somuleiðis kunnu aðrir burturkastbólkar leggjast afturat skiljistøðunum í framtíðini.

Hetta fyrsta árið vísir, at tað er neyðugt at tøma ruskspannirnar við glasi 6. hvørja viku og tær við metalli 12. hvørja viku.

Skiljistøðir eru nú í Tórsbyrgi, á Óðinshædd, við íbúðirnar á Fløtum, við túnini í Havn, við Finsen, við Karlamagnusarbreyt, undir Kongavarða, á Norðasta horni og nú eisini Millum Gilja, á Íslandsvegnum og í Gundadali.