Tíðindi - 26. juni 2026
Fleiri vegir asfalteraðir

Nøkur hava helst varnast ný-asfalteraðar vegir á Bøkjarabrekku, Fr. Petersens gøtu og við rundkoyringina við Sundsvegin í morgunferðsluni seinast dagarnar.
Talan er um vegastrekki við nógvari ferðslu. Tí hevur arbeitt verið um næturnar fyri at tarna ferðsluna minst møguligt, og arbeiðið er nú liðugt.
Tað asfalteraði økið á Bøkjarabrekku er 1.115 m2, og Ian Rasmussen (IR Bilar) vann útboðið.
EM asfalt vann útboðið um Fr. Petersens gøtu. Asfalteraða økið er á 864 m2.
HJ asfalt vann útboðið um rundkoyringina við Sundsvegin, har tað asfalteraða økið er 790 m2.

