Tíðindi - 11. september 2026

Flyta steðgipláss í Varðagøtu í sambandi við vegarbeiði

Frá 14. september til 9. oktober gera vit vegarbeiði í Varðagøtu. Í hesum sambandi flyta vit buss-steðgiplássið við William Heinesens hús.

Bussleiðin heldur fram sum vanligt, men ferðafólk verða biðin um at nýta fyribils buss-steðgiplássið, ið er staðsett longur niðri á Varðagøtu.

Skelti verður sett upp, sum vísir á fyribils steðgiplássið.