Føroyar framvegis millum 40 fremstu ferðamálini á GDS-indexinum

Føroyar eru nummar 31 á GDS Indexinum fyri 2026 við 78 prosentum. Úrslitið byggir millum annað á, at 85 prosent av hotellkømrunum í Tórshavn nú hava eina burðardygdargóðkenning.
Global Destination Sustainability Index kunngjørdi 23. september úrslitini fyri 2026. Føroyar eru framvegis millum tey 40 fremstu ferðamálini á altjóða listanum, sum skrásetir og samanber ferðamál innan burðardygd. Í fjør vóru Føroyar nummar 30; í ár eru vit nummar 31.
GDS-indexið metir um arbeiðið hjá ferðamálum á fýra økjum: umhvørvi, sosial viðurskifti, ferðavinnuveitarar og stýring av ferðamálinum. Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava samstarvað um luttøkuna síðan 2019. Mátingin gevur eitt felags grundarlag at fylgja menningini og raðfesta næstu átøkini.
Fleiri hotellkømur hava góðkenning
GDS staðfestur, at 85 prosent av hotellkømrunum, sum eru fevnd av mátingini, hava burðardygdargóðkenning. Í 2025 var talið 54 prosent. Tað er ein týðandi broyting, sum hevur týdning fyri kappingarføri fyri Føroyar sum vertland – serliga tá vit bjóða altjóða fundum, ráðstevnum og tiltøkum vælkomnum heim til okkara.
Úrslitið vísir eisini, hvar vit kunnu styrkja okkum enn meira. Her er málið at ráðstevnu- og ferðafyriskiparar og vitjunarverd støð eisini hava burðardygdsgóðkenningar.
GDS-indexið er ein máting og eitt menningaramboð fyri ferðamál, sum vísir, hvussu tað stendur seg í mun til onnur luttakandi ferðamál og hvar møguleikarnir fyri framgongd eru. Fleiri enn 100 ferðamál eru partur av skrásetingini.

Nýggjur umhvørvispolitikkur skal geva ítøkilig úrslit
Eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum er nýggi umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu fyri árini 2026-2032. Saman um grønu framtíðina setir mál fyri náttúru og lívmargfeldi, útlát og orku umframt burturkast og ringbúskap. At hann er komin undir land gevur kommununi eitt greiðari grundarlag fyri arbeiðinum, sum liggur fyri framman. Hesin politikkur hevur eisini hjálpt góðu plaseringini á GDS-indexinum.