Føroyingar og vitjandi rudda skøru saman 30. mai
Leygardagin 30. mai klokkan 13 verður skipað fyri einum sjálvbodnum ruddiátaki í Havn, har bæði føroyingar og vitjandi hjálpast at grava upp skøru. Endamálið er at minka um skøruna í náttúruni og samstundis geva fólki eina góða uppliving saman úti í náttúruni.
Hóast skøran er vøkur, er hon, flestum kunnugt, vorðin ein ovurstórur trupulleiki her heima. Plantan tekur alsamt meira pláss fram við vegum, í haga og í viðkvæmum náttúruøkjum, har hon trokar upprunaligar føroyskar plantur burtur.
Eitt stórt arbeiði skal gerast fyri at basa skøruni heilt, men sum eitt lítið fet á leiðini hava Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU), Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands tikið stig til átakið, sum verður kunngjørt í dag á altjóða lívmargfeldisdegnum.
Meira enn bara rudding
Tiltakið snýr seg ikki bara um at grava skøru upp. Tað er eisini ein góður møguleiki hjá fólki at koma saman, fáa eina góða náttúruuppliving og læra meira um føroysku náttúruna. Fólk fara at arbeiða saman í bólkum og hitta bæði føroyingar og vitjandi.
Eftir ruddingina verður boðið til afterparty í Perluni í Havn, har Grøna Matveitingin borðreiðir við eini máltíð.
Soleiðis verður dagurin
Luttakararnir møta klokkan 13 á sínum ruddiøki og arbeiða fram til klokkan 16. Klokkan 17 byrjar afterparty.
Tá ið tit melda til, verða tit býtt í bólkar við umleið 20 fólkum í hvørjum bólki.
Vit arbeiða á trimum útvaldum støðum í Havn. Økini eru:
- Framvið vegjaðaranum á Oyggjarvegnum (møtistað: Waag Bilar)
- Giljatjørn í Hoyvík (møtistað: Skúlin við Løgmannabreyt)
- Lyngheiðaøkið við Eirargarð (møtistað: Sandagerð)
Á hvørjum staði verða praktiskir leiðarar, sum vísa fólki, hvussu skøran verður grivin upp og savnað saman. Eingin serligur forkunnleiki er neyðugur fyri at luttaka.
Posar og útgerð verða latin á staðnum.
Tiltakið og afterparty eru ókeypis, men tilmelding er neyðug. Tilmeldingin gongur fyri seg á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands: