Lurta
Tíðindi - 20. juli 2023

Føroyskir skótar til World Scout Jamboree í Suðurkorea

Leygardagin fara 56 føroyskir skótar og leiðarar til Suðurkorea. Ferðalagið umboðar Føroyar á World Scout jamboree, sum verður hildin 4. hvørt ár ymsastaðni í heiminum. Hesaferð luttaka 45.000 skótar úr 170 londum. Í dag vitjaðu skótar á Ráðhúsinum í Havn.

Jamboreein er í døgunum 1.-12. august. Tað er bert einaferð í lívinum, at ein skóti hevur møguleika fyri at fara á Jamboree sum luttakari, tí hon verður hildin 4. hvørt ár fyri ung í aldrinum 14-18.

Hettar er tí ein stórhending, ið skótarnir hava glett seg til í nógv ár.

At sleppa á jamboree er fyri skótar at rokna sum eitt OL fyri ítróttarfólk. Tó snýr tað seg ikki um at kappast og  vera best, men um at skapa vinaløg yvir landamørk, royna nýggjar avbjóðingar, menna førleikar, læra um aðrar mentanir og víðka sjónarringin.

Á henda hátt mennast tey ungu til góðar samfelagsborgarar ígjøgnum skótalívið. Skótarørslan er heimsins stórsta friðarrørsla.

Skótarnir, sum luttaka, eru í aldrinum 14–18 og koma úr øllum Føroyum. Úr Tórshavnar kommunu eru 30 skótar og leiðarar. Tórshavnar Kommuna hevur veitt luttakarunum í kommununi, ið fara avstað, fíggjarligan stuðul.

Í dag vóru skótarnir inn á gólvið at takka fyri stuðulin. Borgarstjórin tók ímóti, og Fía Lindenskov, skótaovasti fyri Føroya KFUK skótar, takkaði vegna skótarnar borgarstjóranum fyri stuðulin frá kommununi.