Tíðindi - 24. mai 2024

Føroyskt sum annaðmál – seinastu prógvini handaði á Tórshavnar Kvøldskúla

Gleði og sorg í felag tey reika.

Í gjár var serlig og sorgblíð hátíðarløta, tá ið seinastu prógvini í lærugreinini føroyskt sum annaðmál vórðu handað á Tórshavnar Kvøldskúla.

Við rørandi røðum, vøkrum sangi og onkrum góðum til góman varð sett eitt virðiligt punktum fyri undirvísingini í føroyskum sum annaðmál á Tórshavnar Kvøldskúla.

Meðan aldan hjá Anniku og Gunnari Hoydal so tutlandi teskaði eitthvørt í oyra, var tað sum fingu kenslurnar frítt at fara. Látur, kossar og klemm og okkurt sorgblítt tár. 

Tað var Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla, sum handaði teimum 30 næmingunum prógvið.

Føroyskt sum annaðmál er útbúgving í fleiri stigum, og dagurin í dag er søguligur, tí á fyrsta sinni hava tveir næmingar lokið alla útbúgvingina. Teir eru Murat Aba úr Turkalandi og Fernando Troleis úr Brasil. Fyri hetta avrik fingu teir serliga gávu handaða frá Tórshavnar Kommunu, og var tað sjálvur borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum handaði gávuna.

Fernando Troleis, sum hevur búð í Føroyum í níggju ár, helt rørandi takkarrøðu undir rámandi heitinum “Eg vildi fegin hava eitt pláss við borðið”. Í røðuni legði hann millum annað dent á, hvønn týdning tað hevur fyri tilflytarar at hava góða atgongd til lærdóm í føroyskum sum annaðmál og samstundis at gera sítt til og vísa vilja at læra málið og gerast partur av føroyska samfelagnum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt eisini røðu á samkomuni. Í røðuni legði borgarstjórin dent á, at brosið er stytsti vegurin millum menniskju og málið lykilin til at standa seg í samfelagnum.

Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla, nýtti høvið at takka starvsfólkunum á Kvøldskúlanum og fyri góða samstarvið við myndugleikar og onnur, ið hava gjørt útbúgvingina møguliga. Somuleiðis takkaði hann undirvísarunum fyri góða og trúgva tænastu øll árini, ið Kvøldskúlin hevur staðið fyri undirvísingini í føroyskum sum annaðmál.

Tórshavnar Kvøldskúli letur nú stafettina víðari, og verður tað Undirvísingarstýrið, sum fer at umsita málsøkið.

Tórshavnar Kvøldskúli takk fyri árini og ynskir Undirvísingarstýrinum og skúlamyndugleikunum hepna hond frameftir.