Fólk í túsundatali á Pride 2025

Eins og undanfarin ár var stóra Pride-gongan í Havn 27. juli. Seinastu árini hevur verið mett, at umleið 5.000 fólk eru við í gonguni, og undirtøkan í ár var ikki minni, enn hon hevur verið undanfarin ár.
Gingið varð frá Gundadalshøllini oman á Vaglið, har konsertframførslur vóru at hoyra, og Elsa Berg, borgarstjóri, helt røðu, har hon byrjaði við at siga:
“Tað verður so ofta sagt, at vit eru øll ymisk. So ofta, at vit eftirhondini øll kunnu góðtaka tað sum ein veruleika.
Men sjálvt um vit øll dagliga keypa premissuna um, at vit øll eru ymisk, so eru tað ikki øll, sum kunnu góðtaka øll sløg av ymisleika. Tað vísir seg, at summi eru meira ymisk enn onnur.
Tað er lætt at siga, at vit taka undir við og góðtaka ymisleika, men tá vit ikki vísa tað í verki og ikki eru inkluderandi mótvegis øllum, verður tað ikki annað enn tóm orð.
Amerikanski løgfrøðingurin Verna Myers, sum hevur arbeitt nógv við júst ymisleika og inklusión, segði eina ferð:
"Diversity is being asked to the party, Inclusion is being asked to dance"
Ella: “Ymisleiki er, tá tú er við í veitsluni. Inklusión er, tá tú verður biðin um at koma og dansa.”
Vit føroyingar duga væl at halda veitslur, men vit mugu duga nógv, nógv betur at dansa saman.”
Í røðuni vísti hon millum annað á, at hóast vit á summum økjum eru komin langt, tá tað ræður um javnrættindi, so er enn langt eftir á mál, og har tað fyrr vóru samkynd, sum fingu nógv oman yvir seg, eru tað nú í størri mun tvørkynd, sum standa fyri skotum:
“Ómetaliga nógv óreint verður sagt um tvørkynd í hesum tíðum. Tvørkynd verða í heilum brúkt til skuggaskjól til at fjala útyvir stórar avbjóðingar so sum vantandi møguleikar at fáa tað fíggjarliga at hanga saman, krígsbrotsverk og so framvegis. Tað fer illa við okkara medmenniskjum, tá okkara medmenniskju ikki kenna seg væl, inkluderaði ella góðtikin av hvørki landsins lógum ella samfelag.
Men góðu tvørkyndu. Vit síggja tykkum – sum tað tit eru. Vit vita av at tit eru her, og vit fegnast um tað. Tit hoyra heima her, júst sum tit eru.
Vit kunnu øll gera tað betri, og vit eiga øll at gera okkara, soleiðis at allir LGBT+ persónar kenna seg væl at búgva her á okkara klettum og ikki minst í okkara høvuðsstaði. Tí eingin eigur at halda seg aftur at vera tann, sum man er! Í Føroyum skal vera pláss fyri øllum. Vit hava øll eina felags ábyrgd at skapa eitt rúmligt samfelag. Eitt samfelag, ið eisini føroyskir útisetar vilja flyta aftur til. Har tey trygt kunnu vera tann, tey eru. Og trygt kunnu elska tey, ið tey vilja.
Tað eigur ikki vera ein trupulleiki at vera ymisk. Hinvegin eigur tað at vera ein trupulleiki, at man verður tvingaður til at vera eins og øll hini.”
“Ein meiriluti av Tórshavnar býráð hevur samtykt at økja stuðulin til LGBT+ Føroyar úr 50.000 upp í 100.000 krónur um árið. Tað gera vit, tí vit vita, at stríðið er neyðugt, og tí tað hevur týdning at vísa á, at tað enn verður framdur mismunur millum borgarar í okkara kommunu og okkara landi. Og tí vit vita, at tað er neyðugt at gleðast og at stríðast.
Tí eingin eigur at vera fyri mismuni fyri bara at vera tann man er.
Og kærleiki og samleiki eiga ikki at vera goymd burtur í einum skápi.
Hesi eiga at kunna spretta og ferðast frítt millum okkum øll sum eitt vakurt tekin um, at her er pláss fyri øllum, og at her eru øll vælkomin í veitsluna at dansa.”





