Fólkatingsval

Sum kunngjørt av ríkisumboðsmanninum verður fólkatingsval týsdagin 24. mars 2026.
Valt verður soleiðis
- Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali, á Hvítanesi, Sundi, Hesti og Koltri velja í ítróttarhøllini á Hálsi
- Fólk í Hoyvík velja í Hoyvíkshøllini
- Fólk á Argjum velja í Skúlanum á Argjahamri
- Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í Høllini í Kaldbak
- Fólk í Kollafirði, Signabø og Oyrareingjum velja í skótahúsinum í Kollafirði
- Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum á Velbastað
- Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy
Atkvøðugreiðslan verður millum klokkan 9-20, og so leingi veljarar møta uttan steðg.
Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Snarskivuni, telefon 30 20 10, til fríggjadagin 20. mars 2026 klokkan 15.
Tað ber til at brævatkvøða í Snarskivuni vanligu upplatingartíðirnar til og við fríggjadagin 20. mars 2026 klokkan 15.
Samstundis verður sagt frá, at valkort til fólkatingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Um so er, at valkortið ikki er komið innan hósdagin 19. mars 2026, orsakað av t.d. bústaðarflyting, skal boðast Snarskivuni frá hesum sum skjótast á telefon 30 20 10.
Valstýrini í Tórshavnar kommunu