Tíðindi - 05. september 2025
Frá 8. til 26. september er íbindingarvegurin oman til Hotel Føroyar stongdur fyri ferðslu
Mánamorgunin 8. september til fríggjadagin 26. september verður íbindingarvegurin frá Oyggjarvegnum og oman til Hotel Føroyar stongdur fyri ferðslu. Koyring til Hotel Føroyar í hesum tíðarskeiðinum verður eftir nýggja innkomuvegnum frá rundkoyringini í Marknagili.
