Lurta
Tíðindi - 15. mars 2024

Framsýningin hjá Kvøldskúlanum latin upp

Seinnapartin lat framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla upp í Müllers Pakkhúsi.

Nógv av tí, sum næmingar á Kvøldskúlanum hava framleitt í vetur, er á framsýningini.

Í røðu sínari vísti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu á, at Kvøldskúlin hevur stóran týdning, og gevur øllum ein møguleika, - á sjógvi og landi.

Her er brot úr røðuni hjá borgarstjóranum:

“So er aftur ein kvøldskúlavetur lokin. Úrslitið síggja vit her í Müllers Pakkhúsi í dag.

Nógv er framleitt í vetur, og framsýning er í øllum trimum hæddunum í Müllers Pakkhúsi.

Hugflogið er gott, tí her eru alskyns lutir og list.

Tað er stuttligt at síggja, at tit halda fast um føroyskt handverk. Sá, at fleiri tykkara hava gjørt ymist við ull, onkur hevur gjørt grindaknívar, onkur hevur gjørt skálir og annað úr træi, onnur hava seymað ella vovið til føroysk klæði, onnur hava valt leir og myndlist.

So samanumtikið er hetta ein fjølbroytt og áhugaverd framsýning

--

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu fegnist eg um at síggja góða úrslitið av undirvísingini hjá Kvøldskúlanum.

Tit læra frá tykkum, - men samstundis halda tit fast um og menna handverk av ymsum slagi. Tit menna eisini listarligu gávurnar hjá fólki. Ja, samanumtikið ríka tit næmingar.

Nógv tykkara vísa seg sum sonn listafólk og góðir handverkarar. Tað er galdandi fyri bæði lærarar og næmingar.

--

Ein partur av visjónini hjá Kvøldskúlanum snýr seg um at vera mentanarskapandi fyri lærd sum leik, og at vera ein mentanarberi.

At hesin parturin hevur hepnast síggja vit púra greitt, hvørja ferð, ein slík framsýning, sum hendan, letur upp.

--

Kvøldskúlin er fyri øll, og eg haldi, at eg kann siga, at øll eru umboðaði á Kvøldskúlanum, - kvinnur og menn, ung og eldri.  

Men eg veit, at tað, ið vit síggja her, bara er ein partur av tí, ið tit fáast við á Tórshavnar kvøldskúla.

Tí tað eru fleiri hundrað lærugreinar at velja ímillum, - og næmingarnir eru omanfyri trýtúsund.

Tit geva øllum ein møguleika, - á sjógvi og landi.

Samanumtikið er hetta ein sera vøkur og viðkomandi framsýning av føroyskum handverki, ið tit øll kunnu vera errin av. “