Tíðindi - 13. november 2025

Freistin at søkja vanligan stuðul til mentan og list er 1. desember

Freistin at søkja vanligan stuðul til mentan og list desember 2025_mynd

Vanligur stuðul er ein av tveimum stuðulstættum hjá Tórshavnar kommunu, sum eru ætlaðir verkætlanum. Vanligur stuðul verður latin tríggjar ferð um árið, og næsta freist at søkja er mánadagin 1. desember 2025 á midnátt.

Tú kanst søkja um upphæddir ímillum 20.000 og 100.000 krónur. Upphæddin, tú søkir um, kann í mesta lagi vera 50 prosent av samlaðu fíggjarætlanini.

Umsóknirnar verða viðgjørdar á fundi í mentamálanevndini fyrst í januar, og svar kann væntast síðst í sama mánaði.

Sí nærri kunning, les treytirnar og søk á síðu okkara um verkætlanarstuðul:

Verkætlanarstuðul til mentan og list

 

Endamál og málbólkur

Yvirskipaðu endamálini við verkætlanarstuðli Tórshavnar býráðs eru at:

  • Stuðla mentanarlívinum í allari kommuni og menna tað
  • Tryggja teimum, ið arbeiða við list og mentan í kommununi, burðardygg arbeiðskor fíggjarliga, menniskjaliga og sosialt
  • Geva øllum borgarum í Tórshavnar kommunu eitt fjøltáttað mentanartilboð

Øll, sum skipa fyri mentanarligum ella listaligum verkætlanum, og sum lúka treytirnar í leiðreglunum, kunnu søkja um stuðul.

 

Stuðulsmøguleikarnir innan mentan og list

Stuðulstættirnir til mentan og list eru hesir:

  • Verkætlanarstuðul – mentan og list:

    • Vanligur stuðul (freist tríggjar ferð um árið)
    • Snarstuðul (leypandi freist seks vikur áðrenn verkætlanin ferð í gongd)

  • Stuðul til størri listaligar verkætlanir (freist 1. apríl)

  • Rakstrarstuðul – mentan og list (freist 1. august)

Gev gætur, at stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi er ikki fevnt av stuðulsmøguleikunum omanfyri. Les um stuðulsmøguleikar til tey endamálini á síðu okkara um stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi:

Stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi