Tíðindi - 02. februar 2026

Freistin at søkja vanligan stuðul til mentan og list er 1. mars 2026

Nordic Saxophone Festival 2025_TK fingið frá festivalinum_SB

Vanligur stuðul er ein av tveimum stuðulstættum hjá Tórshavnar kommunu, sum eru ætlaðir verkætlanum. Vanligur stuðul verður latin tríggjar ferð um árið, og næsta freist at søkja er sunnudagin 1. mars 2026 á midnátt.

300.000 krónur eru tøkar at játta. Tú kanst søkja um upphæddir ímillum 20.000 og 100.000 krónur. Upphæddin, tú søkir um, kann í mesta lagi vera 50 prosent av samlaðu fíggjarætlanini.

Umsóknirnar verða viðgjørdar á fundi í Mentamálanevndini í apríl og tú kanst vænta svar síðst í sama mánaði.

Kunna teg nærri um treytirnar og søk stuðulin á síðu okkara um verkætlanarstuðul til mentan og list

Yvirskipaðu endamálini við verkætlanarstuðli Tórshavnar býráðs eru at:

  • Stuðla mentanarlívinum í allari kommuni og menna tað
  • Tryggja teimum, ið arbeiða við list og mentan í kommununi, burðardygg arbeiðskor fíggjarliga, menniskjaliga og sosialt
  • Geva øllum borgarum í Tórshavnar kommunu eitt fjøltáttað mentanartilboð

Øll, sum skipa fyri mentanarligum ella listaligum verkætlanum, og sum lúka treytirnar í leiðreglunum, kunnu søkja um stuðul. 

Verkætlanarstuðul til mentan og list

 

Stuðulstættirnir til mentan og list 

Stuðulstættirnir eru hesir:

  • Verkætlanarstuðul til mentan og list:

    • Vanligur stuðul (freist tríggjar ferð um árið)
    • Snarstuðul (leypandi freist seks vikur áðrenn verkætlanin fer í gongd)

  • Stuðul til størri listaligar verkætlanir (freist 1. apríl)

  • Rakstrarstuðul til mentan og list (freist 1. august)

Gev gætur: Stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi er ikki fevnt av hesum omanfyri. Les um stuðulsmøguleikar til tey endamálini á síðu okkara um stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi.

Stuðul til ítrótt og frítíðarvirksemi