Tíðindi - 13. februar 2026
Freistin at stilla upp til Tórshavnar ungdómsráð longd til 24. februar

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at leingja freistina at stilla upp til Tórshavnar Ungdómsráð við tveimum vikum. Nýggja freistin er týsdagin 24. februar.
Ungdómsráðið er ein týdningarmikil partur av politiska arbeiðnum í Tórshavnar kommunu og skal vera við til at tryggja, at ung eru umboðað og verða hoyrd í málum, sum hava ávirkan á teirra lív og framtíð.
Ráðið skal veita politikarum og fyrisiting ráðgeving og skal eisini verða umboðað í viðkomandi nevndum og verkætlanum hjá kommununi. Eisini kann ráðið taka stig til egin átøk og tiltøk til frama fyri ung í Tórshavnar kommunu.
Fyri at stilla upp til ungdómsráðið, skalt tú vera ímillum 16 og 25 ár á valdegnum 24. apríl og lata inn eina fullfíggjaða valevnisfráboðan, sum kann takast niður á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu ella heintast í Snarskivuni.
Les meira á síðu okkara um ungdómsráðsvalið: