Tíðindi - 22. februar 2023

Fríðka uttanumøkið við Lágargarð og Boðanesheimið

Býráðið fer á býráðsfundinum í morgin at játta fígging til uttanumøkið við og uttanum Lágargarð og Boðanesheimið, serliga gøturnar millum heimini og vakstrarhúsið.

Arbeiðið umfatar at asfaltera gøturnar, sum eru í urtagørðunum millum deildirnar á Lágargarði. Eisini skal gøtan sum gongur frá høvuðsinngongini og norður um Lágargarð og framvið húsinum umvælast og asfalterast.

Gøtan frá norðasta horninum á Boðanesheiminum niðan til vakstrarhúsið skal somuleiðis asfalterast, umframt aðrar smærri gøtur aftanfyri Boðanesheimið. Garðurin uttanfyri Boðalon, sum í dag er hegn, skal gerast av nýggjum og leingjast, so hann gongur heilt inn til útbygningin í sunnara enda á Boðalon.

Rakstrarstøðin hjá kommununi skal standa fyri arbeiðinum. Tá hesi viðurskifti eru fingið uppá pláss, verður lættari hjá húsfólkum á Lágargarði og á Boðanesheiminum at fara útum at spáka ein túr, og lættari  hjá starvsfólkum at fara útum við húsfólkinum, antin tey eru til gongu ella sita i koyristóli.

Í íløgujáttanini er ein millión kr. til uttanumøkið við røktarheimini, og bæði heilsu- og eldranevndin og fíggjarnevndin hava mælt býráðnum at taka undir við málinum.