Tíðindi - 01. mars 2021
Frítíðar- og ítróttapolitikkur fyri Tórshavnar kommunu
Øll skulu hava møguleika at luttaka í onkrum virksemi ella felagsskapi. Hetta er høvuðsboðskapurin í nýggja politikkinum fyri frítíðar- og ítróttavirksemi, sum Tórshavnar kommuna hevur orðað.
Politikkurin setir út í kortið, hvussu kommunan fer at menna og umsita frítíðarvirksemi og ítrótt í framtíðini.
Frítíðar- og ítróttapolitikkurin er galdandi fyri 2020-2024.