Tíðindi - 15. apríl 2026
Frítíðarskúlin í Kollafirði tikin í nýtslu

Í gjár varð hátíðarhald í Kollafirði, tá nýggi frítíðarskúlin við Botnánna varð tikin alment í nýtslu.
Fyrrapartin varð skipað fyri móttøku, og seinnapartin var alment hátíðarhald, har nógv fólk nýttu høvið at síggja nýggja skúlan.
Nýggi frítíðarskúlin, sum hevur fingið navnið Kura, er 409 fermetrar og er bygdur til 60 frítíðarskúlabørn og til ungdómstilboðið Úthangið.
Samlaði verkætlanarkostnaðurin er 22 mió. krónur.
Articon hevur verið heildararbeiðstakari.














