Fróðskaparsetrið 60 ár: Hevur og hevur havt ein serstakan týdning

Fríggjadagin hátíðarhelt Fróðskaparsetur Føroya, at tað í ár eru 60 ár síðan Setrið bleiv stovnað.
Í tí sambandi hugleiddi Elsa Berg, borgarstjóri, um týdningin, sum Fróðskaparsetrið hevur og hevur havt fyri býin, kommununa og landið:
"Góðu starvsfólk, góðu lesandi og góðu gestir.
1960’ini vóru ein stór broytingartíð, bæði í Føroyum og úti í heimi. Fólkatalið í Føroyum vaks nógv hesi árini, ikki minst í Havn og her um leiðir, og samstundis komu rák uttan úr heimi hendan vegin og ávirkaði serliga tað yngra ættarliðið.
Tey, sum upplivdu 60’ini, siga altíð, at tað var ein heilt serlig tíð at liva í. Ella sum Martin Joensen syngur: “Tak tú bara alt, men goym mær 60’ini.”
Hetta var tíðin við The Beatles og Elvis, sum uttan iva eisini góvu íblástur til okkara egnu bólkar, til dømis Faroe Boys – tit ungu, sum ikki kenna Faroe Boys: Teir eru á google og á Spotify, og tit hava heilt vist hoyrt teir fyrr!
Og hetta var tíðin, tá landið bleiv bundið saman við vegum, so fjarstøðan millum bygdirnar og býin bleiv minni.
Og sjálvt um tað úti í heimi eisini var ein politiskt ótrygg og ófriðarlig tíð við Vietnam-krígnum, Kuba-kreppuni og morðinum á Kennedy og seinni Martin Luther King, so var hetta eisini ein tíð merkt av stórum bjartskygni og av størri persónligum frælsi á mongum økjum, ikki minst hjá kvinnunum.
Mitt í øllum hesum tóku limir í Føroya Fróðskaparfelag stig til at stovna “Academia Færoensis” – Fróðskaparsetur Føroya. Fróðskaparfelagið hevði tá arbeitt miðvíst fyri at fáa eitt vísindaligt umhvørvi í Føroyum, og tað var við støði í einum uppskoti frá Fróðskaparfelagnum, at Løgtingið í 1965 samtykti at seta Fróðskaparsetur Føroya á stovn.
Fróðskaparsetrið tá kann illa samanberast við Setrið, sum tað er í dag. Fyrstu tíðina var bert ein professari, Christian Matras, og ein skrivari, Maud Heinesen, á Fróðskaparsetrinum.
Í dag hevur Setrið eina Føroyamálsdeild, eina Námsvísindadeild, eina Søgu- og Samfelagsdeild, eina Náttúruvísindadeild og eina deild fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.
Fyrr í ár fingu 170 lesandi universitetsprógv frá Fróðskaparsetrinum, og í farna mánaði byrjaðu 262 nýggj lesandi á Setrinum.
Jú, menningin hevur verið øgilig hesi 60 árini – júst sum hon hevur verið fyri Havnar bý.

Sum universitetsbýur fegnast vit í kommununi um týðandi leiklutin, sum Fróðskaparsetrið hevur sum vitanardepil og trivnaðardepil í Havn.
Ein vitanardepil á altjóða stigi, sum dregur fólk til býin, bæði úr Føroyum og úr øðrum londum. Setrið hevur altjóða samstarv við fleiri onnur universitet og felagsskapir, sum geva okkum nýggjan íblástur, samstundis sum onnur læra meira um okkum og av okkum.
Og ein trivnaðardepil, sum Setrið sjálvt saman við millum annað Ráð teirra lesandi gongur á odda fyri við tiltøkum av ymsum slag og við at skapa eitt lestrarumhvørvi í býnum.
Tað hevur so øgiliga nógv at siga fyri ein bý at hava eitt universitet.
Búskaparliga, tí tað skapar arbeiðspláss og stimbrar vinnulívið, tí matstovur, kaffistovur og handlar fáa eitt størri grundarlag.
Mentanarliga, tí tað skipar fyri tiltøkum so sum framsýningum, framløgum og kjakfundum, sum eru atkomilig ikki bara hjá teimum, sum lesa, men hjá øllum.
Sosialt, tí tað fær ung fólk at verða verandi her, samstundis sum fólk við ymsum bakgrundum og enntá úr ymsum londum koma saman og geva býnum størri fjølbroytni og ymisleika, og nýggj sambond verða knýtt millum fólk.
Og sjálvandi útbúgvingarliga, tí tað at hava eitt universitet í nærumhvørvinum eggjar fleiri til at fáa sær eina útbúgving.
Og sjálv haldi eg, at Havnin sum universitetsbýur hevur nógv at bjóða. Vit hava mentan, ítrótt, grøn øki, kafeir og náttarlív. Tí eitt gott lestrarlív er ikki bara spurdómar, háttaløg, ástøðir og greiningar. Tað er eisini frælsi og møguleikin til at fara út og møta nýggjum fólkum, skapa nýggj vinabond og at víðka um sín egna sjónarring – ikki bara akademiskt, men eisini menniskjansliga.

Men Fróðskaparsetrið hevur sjálvandi ikki bara týdning fyri Havnina, men fyri alla kommununa og alt landið.
Tí hvar er betri at granska í føroyskum viðurskiftum enn í Føroyum? Og hvar aðrastaðni í verðini hava vit yvirhøvur møguleikan fyri at granska í føroyskum viðurskiftum?
Tað verður so ofta sagt, at vitan er vald. Um vit skulu hava nakað vald yvirhøvur, mugu vit fyrst og fremst hava vitan um okkum sjálvi – og hana fáa vit ongastaðni so góða sum á okkara egna hægsta lærustovni, sum er Fróðskaparsetrið.
Samstundis gevur tað okkum eisini møguleikar at fáa onnur klók høvd henda vegin at undirvísa og at granska. Her kunnu vit eisini brúka okkara landafrøðiligu fyrimunir, til dømis við gransking í Arktis ella í aling ella fiskivinnu, sum vit duga líka væl og kanska betur enn tey flestu og tí kunnu læra frá okkum.
Tað var ein stór broyting mitt í eini broytingartíð, tá Fróðskaparsetrið kom í 60’unum. Og nú 60 ár seinni stendur Setrið aftur í eini broytingartíð.
Tí vit vita, at sjálvt um nógv er gott við Setrinum, er eisini okkurt, sum kann blíva betri.
Deildirnar á Setrinum eru spjaddar ymsastaðni í býnum, og vit hava alt ov fáar lestraríbúðir. Men vit vita eisini, at eitt føroyskt kampus fer at bøta nógv um tað og fer at skapa eitt umhvørvi, sum veruliga kann savna okkum saman um nýggja vitan, nýggjar avbjóðingar og nýggj úrslit.
Og sum borgarstjóri eri eg sera fegin um, at Tórshavnar kommuna og ein bólkur, sum Setrið hevur sett, eru farin at kanna møguleikarnar fyri at byggja hundraðtals nýggjar lestraríbúðir, samstundis sum Landið eisini er sinnað at gera Eirargarð um til lestraríbúðir.
Vit vita, at tørvurin er har, og at hann FER at verða loystur so ella so.
Og eg ivist onga løtu í, at Fróðskaparsetrið hevur eina bjarta og ljósa framtíð við góðum umstøðum til undirvísarar eins væl og lesandi.
Hjartaliga til lukku við føðingardegnum við bestu ynskjum fyri framtíðina.
Takk fyri."
