Tíðindi - 06. mai 2026

Fýri filmsverkætlanir fingið stuðul

Filmsgerð

Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár við stuðulsmøguleika til film. Endamálið við stuðlinum er at menna filmsvinnuna í kommununi og at viðvirka til, at filmsvinnan verður ein enn meira týðandi vinnugrein. Eftir tilmæli valdi vinnunevndin at stuðla fýra filmsverkætlanum.

Tá umsóknarfreistin var farin, vóru 9 umsóknir komnar inn, sum fevndu breitt bæði viðvíkjandi evni og slag av filmi.

Eftir tilmæli frá arbeiðsbólki við umboðum frá Stjórnarskrivstovuni, Mentamáladeildini, Hugskotinum og ráðgeving frá uttanveltaðum serfrøðingi, valdi vinnunevnd Tórshavnar býráðs at veita fylgjandi fýra verkætlanum stuðul: 

 

  • Heilmildarfilmurin "Birk", Kykmyndir: 372.500 kr.
  • Heimildarfilmurin "Vøllir", Kykmyndir: 200.000 kr.
  • Heimildarfilmurin "Seinasta Rossið", Barbara Lervig: 200.000 kr.
  • Sendirøðin "Gøtubrá", DokFO: 100.000 kr.

 

Hesar verkætlanir lúka allar treytirnar fyri stuðul. Umsóknirnar vóru bæði áhugaverdar og dygdargóðar. Eisini vísti arbeiðsbólkurin á, at filmarnir hava stórar vinnuligar menningarmøguleikar og eru á tann hátt við til at styrkja film sum vinnugrein í Tórshavnar kommunu.

 

Nýtt umsóknarumfar verður eftir ætlan fyrst í komandi ári.