Lurta
Tíðindi - 21. desember 2023

Fyrstu fetini gjøgnum Sandoyartunnilin

Góðu tit øll.

Tað er sera hugaligt at síggja fleiri enn túsund fólk her við tunnilsmunnan á Gomlurætt. Tit fara øll at ganga og renna gjøgnum nýggja undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Sandoynna, nú tunnilin verður tikin í nýtslu til bilferðslu.

--

At sigla millum Gomlurætt og Skopun stytti munandi um túrin fyrst í hesi øldini. Hetta var stórt framstig tá.

Men longu tá varð byrjað at tosað um ein undirsjóvartunnil millum Sandoynna og Streymoynna.

Í dag er hesin tunnil veruleiki. Eg haldi, at vit kunnu kalla hetta fyri eitt bragd og stórt stig, sum er við til at menna og fjøltátta økið báðumegin Skopunarfjørð.

--

Og nú skipa tit í Bragdinum úr Havn og B71 úr Sandoynni fyri, at fólk kunnu renna og ganga millum Streymoynna og Sandoynna. Eitt serstakt høvi, ið neyvan kemur aftur. Og tí er tað eisini stuttligt, at so nógv fólk úr øllum landinum eru sinnaði at taka lut.

Eg fegnist eisini um samstarvið millum ítróttarfelag í Havn og ítróttarfelag á Sandoynni. Tað boðar frá góðum og er tekin um, at  sambandið millum Sandoynna og Tórshavnar kommunu verða styrkt við nýggja tunlinum.

--

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu fari eg at takka fyri, at Bragdið og B71 standa fyri hesum.

Og samarittarnir skulu eisini hava takk fyri at vera til reiðar at hjálpa.

--

So vil eg ynskja tykkum øllum góða eydnu, nú tit sum tey fyrstu taka søguligu fetini millum Streymoynna og Sandoynna – og fyrstu søguligu fetini millum Tórshavnar kommunu og Sandoynna.

Góða ferð um fjørðin.

Takk fyri.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tórshavnar kommuna.