Lurta
Tíðindi - 19. februar 2024

Fyrstu námsfrøðilesandi byrjaði í skúlanum

5.februar var fyrsti dagur á skúlabonki hjá 21 hjálparfólkum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu. Tey lesa námsfrøði á VIA University College í Viborg í Danmark.

Tey lesandi vóru spent, og væl varð tikið ímóti teimum á stovninum.

Útbúgvingin er ein professiónsbachelor í námsfrøði, og er skipað sum ein parttíðarútbúgving. Starvsfólkini arbeiða samstundis, sum tey eru námsfrøðilesandi. Starvsfólkini fáa løn sum vanligt, burtursæð frá døgunum, tá tey eru í skúla.

Útbúgvingin tekur 3,5 ár.

Tórshavnar býráð samtykti í november í fjør at skipa fyri einari námsfrøðiútbúgving fyri hjálparfólk, ið arbeiða á dagstovnum í Tórshavnar kommunu. Hetta fyri at lyfta støðið og bøta um starvsfólkatørvin.