Lurta
Tíðindi - 11. mars 2023

Golfvøllurin á Glyvursnesi bjóðaður út í ár

Í gjár skrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Edwin Roald, golfvallararkitektur, undir ráðgevarasáttmála um fyrsta byggistig.

Edwin Roald hevur um íslendska felag sítt Eureka Golf frammanundan verið knýttur at fyrireikandi verkætlanararbeiðinum. Í Íslandi eru umleið 60 golfvøllir.

Fyrsta byggistig fevnir um golfvøll við 9 holum, sum í dag eisini er góðkent til kappingar. Hetta fram til 1. juli 2023, tá kommunan formliga fær nýtslurættin til lendið ætlað golfvøllinum, verður golfvallarsniðið gjørt liðugt, og byggi- og lendisarbeiðið verður bjóðað út.

Aftrat sjálvum golfvøllinum verða eisini gjørdar lendisgøtur, ið knýta breytirnar saman. Lendisgøturnar verða eisini góðar hjá almenninginum at brúka til gongutúrar og at njóta náttúruna á Glyvursnesi.

Í ætlanini er fyrsta byggistig liðugt eftir umleið 4 árum. Arbeiðið verður lagt til rættis soleiðis, at til ber hjá Golffelagnum at íðka golf samstundis.

Ætlan er eisini løgd fyri næsta byggistig, sum er tey næstu 9 holini, so at vøllurin hevur fulla altjóða stødd.

Á felagsmyndini eru Heðini Mortensen, borgarstjóri, Edwin Roald, golfvallararkitektur Eureka Golf, Rógvi Mikkelsen, formaður í Tórshavnar Golffelag, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Johan Syderbø, leiðari á bygningsdeildini og Bárður Johannesen, verkætlanarleiðari.