Lurta
Tíðindi - 22. mars 2023

Gongubreyt gerast í Konradsbrekkuni

Umsitingin hevur gjørt eitt uppskot til eina loysn viðvíkjandi gongubreyt í Gríms Kambansgøtu, sum flestu havnarfólk rópa Konradsbrekkan.

Gøtan er smøl og er einvegis oman í Bøgøtu. Tó er pláss fyri eini gongubreyt, sum er 1,2 metrar breið, har hon er smalast.

Uppskotið, sum er samtykt í teknisku nevnd og í fíggjarnevndini, kostar um 350.000 kr og verður lagt fyri býráðið á býráðsfundinum hósdagin.