Tíðindi - 03. juni 2022
Gongur væl við verkætlanini í Vágsbotni
Hetta er ikki ein endalig loysn, men ein royndarverkætlan, sum skal eftirmetast. Í verkætlanini verður vegurin gjøgnum økið lagdur í ein boga rundanum eitt miðsavnandi uppihalds- og marknaðartorg. Vegurin er nú asfalteraður og uppmerktur og p-pláss eru gjørd.
Nú fyrrapartin vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini og teknisku nevnd og sýnaðu arbeiðið í Vágsbotni.
Arbeiðið gongur eftir ætlan og skal vera liðugt 4. juli. Kommunan heitir á øll ferðandi í økinum at sýna tolsemi og at vísa varsemi, meðan arbeiðið fer fram. Tórshavnar kommuna stendur fyri arbeiðnum, sum verður gjørt av feløgunum Valaverk, Kreton og Hjálpirót.


