Lurta
Tíðindi - 22. mars 2022

Grækarismessuhald í Tilhaldinum í morgun

Í morgun varð skipað fyri hugnaligum grækarismessuhaldi í Tilhaldinum í Tórsgøtu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin og hugleiddi um árstíðina, eldrapolitikkin og Tilhaldið.

- Grækarismessan er júst farin framvið, og hóast tað hevur verið nakað kalt, so fegnast øll um, at tjaldrið og hinir flytifuglarnir koma, tí sum prósturin og skaldið Jákup Dahl yrkir:

“Tú ber okkum boð um ein ljósari dag, at nú er brátt summar í hondum”.

- Vit verða sum fuglur á alljósum degi, tá ið veturin víkir fyri várinum, kuldin dvínir fyri lýkkuni, og ljósið er um at vinna á myrkrinum.

- Á Grækarismessu fara skótarnir at marsjera, vit hoyra horntónleikin í miðbýnum – hetta hevur verið siðvenja líka síðan 1943, tá Sverre Patursson fann uppá at bjóða tjaldrinum vælkomnum henda dagin.

- Ja, várið er ávegis – hetta er ein serliga góð tíð innan skótarørsluna, har skipað verður fyri ymsum tiltøkum. Ein av føstu uppgávunum sum skóti var at hjálpa til at fyrireika grækarismessuhaldið.

- Stuttligt var at marsjera sum lítil skóti, men eg minnist eisini løtur, tá kuldin beit, tí tá var ikki loyvt at ganga í longum buksum. Tað kundi mangan vera kalt, tá mann stóð á Vaglinum í stuttum buksum og bláum lørum og lýddi á mangan ov langar røður og horntónleik frá Havnar Hornorkestri.

---

- Í farnu viku var ráðstevna í Norðurlandahúsinum um framtíðartrygging av eldraøkinum. Nakað av hesum snúði seg um samskiping innan røkt, viðgerð, fyribyrging, heilsufremjan og rehabilitering.

- Har er tað soleiðis, at vit hava fleiri átaksøki, har arbeiðsbólkar arbeiða við økjum sum tænastustøði, heilsufremjan, fyribyrging, endurmenning, sjálvbodnum arbeiði, fígging og bygnaði.

- Fyrstu úrslitini frá hesum arbeiðsbólkum koma nú í summar.

- Eg kann nevna, at nógv varð tosað um starvsfólkatrotið. Har er støðan tann, at normeringarnar eru hækkaðar, og eitt uppskot verður klárt í summar um at veita bústað til avloysarar úr útlondum, førleikamenning og eftirútbúgvingar, eins og arbeiðið at skipa lønta útbúgving til heilsurøktarstarvsfólk.

- Her eru spennandi og góðar tænastur á veg í kommununi.

---

- Vit hava náttúruna í túninum. Og tað er eisini í størri mun vorðið soleiðis, at fólk í nógv størri mun sleppa framat støðum í býnum, sum antin eru ogn hjá kommununi ella landinum.

- Hesi støð verða millum annað brúkt til heilsugóða, ókeypis vælferð, bæði hjá okkara børnum og okkara eldri, til spæl og til hugna.

- Eisini er vorðið møguligt hjá havnarfólki nógvar staðir at koma oman í fjøruna ella í reinu áirnar at njóta náttúruupplivingar har.

- Útferðarmál eru mong, skipað verður fyri áhugaverdum gonguferðum, og til ber at fáa ókeypis og heilsugóðar upplivingar at kalla mitt í býnum og rundanum.

- Grasagarð er beint her í grannalagnum. Her spæla børnini um dagarnar, men endamálið er eisini at skapa hugna fyri øll, ung sum eldri.

- Tí fara vit nú at umskipa og endurnýggja allan garðin, so at hann kemur at gagna øllum ættarliðum. Hetta arbeiðið fer í gongd nú.

---

- Tað er okkum íborið, at vit byrja at fegnast um summarið longu á Grækarismessu, tá tjaldrið kemur.

- Hóast veðrið kann vera gráligt, so syngja vit longu, at “nú er brátt summar í hondum” – men tað kann sjálvandi verða langligt at bíða!

- Spakuliga víkir kuldin fyri lýkkuni. Og í somu løtu, summarið veruliga er komið, so gloyma vit regn, mjørka og kulda.

- Vit fegnast í ljósi og hita, og vit gleðast um, at bæði í og uttanfyri Havnina eru hugnaligar og friðsælar náttúruperlur, har til ber at njóta frið, áartutl og fuglasong.

- Tað er einki minni enn grøðandi fyri sál og likam góðar várdagar, at uppliva okkara náttúru. Og vit hava mong friðskjól innanfyri kommunumark, bara vit geva teimum gætur.

- Tórshavnar kommuna ger eitt stórt arbeiði at varðveita og friða tey grønu økini,  gera tey meira atkomulig við høgligum lendisgøtum.

- Kom at hugsa um Grønadamm Yviri við Strond, sum verður klárur nú í summar – mong tykkara eiga at minnast góðar løtur har.

- Grønidammur er sera gamal, eitt nú lærdi Rasmuss Effersøe børn at halda sær uppi í hylinum. Dammurin varð brúktur upp í sjeytiárini, men so fyltist alt við gróti í uppgangi.

- Navnið Grønidammur komst av, at grønur tari vaks allan vegin runt í hylinum, sum upprunaliga var á leið 14 ferðir 14 metrar til støddar. Har var altíð frískur sjógvur orsakað av at flóð og fjøra skolaði inn og út.

- Her skal gerast atkomuligt fyri øll og trappa og gøta skal gerast oman til økið. Á økinum skal gerast ymiskt til trivnað, eitt nú pláss til barnagarðar og skúlabørn at hugna sær, eins og eitt “skiftirúm” skal gerast á økinum

- Penapláss verður nú skipað sum fríøki, eitt vakurt frílendi við gøtum, beinkjum og útsýnis- og uppihaldsplássi. Her ber til at sleppa heilt oman í fjøruna.

- Harumframt eru fleiri gøtur raðfestar í ár, t.d. frá Sanatoriivegnum til Hoyvíksvegin, gøtur í Sortudíki, oman í Sandagerði argjamegin, úti við vatnbrunnin í Havnardali og ótrúliga fína gøtan út á Hvítasand við Boðanesgjógv, sum júst er liðug.

---

- Tórshavnar kommuna tók saman við teimum eldru stig til at yvirtaka hesi húsini. Tilhaldið er nú 24 ár og menningin hevur verið stór. Her hava túsundtals fólk gjøgnum árini havt hugnaligar og mennandi upplivingar og luttikið í sangi, dansi, fimleiki, handverki og mongum øðrum.

- Nýggjan leiðara hava vit eisini fingið. Eirik Suni Danielsen er ein túsund kunstnari við breiðari útbúgving og fjølbroyttum royndum. Timburmaður, byggifrøðingur, gistingarhússtjóri og lærari á Tekniska Skúla við drúgvum royndum innan tænastuvinnu og fyrisiting.

- Við nýggjum kreftum koma nýggj hugskot. Nýggjar visjónir. Og eg rokni við, at Eirik Suni fer at trívast væl her – tí tað var akkurát í hesum húsinum, hann byrjaði at læra til timburmann í sjeytiárunum – tá var undirvísingin á Tekniska Skúla í gamla bankanum, sum seinni bleiv til Tilhaldið.

- So eg fari eisini at nýta høvið enn einaferð at ynskja tær vælkomnum, Eirik Suni, og alt tað besta í starvinum sum leiðari í Tilhaldinum. Vit vænta nógv av tær – og eg ivist ikki í, at tú ert á tremur við góðum hugskotum, sum vit gleða okkum at hoyra meira um.

---

- Høvuðsstaðurin er vorðin meira fjølbroyttur og virkin. Tilboðini eru mong og góð, bæði frá kommununi og felagsskapum, so familjur skulu kunna trívast – eldri sum børn og ung.

- Sambært ásetingunum í sokallaðu “Grønu Leiðini” skal alt virksemi taka støði í umhvørvinum. Vit gera tí alt vit kunnu fyri at slóða fyri einum burðardyggum samfelag og leggja um til grøna orku, so hvørt atstøður og fíggjarlig orka er til tess.

- Raðfesting av umhvørvinum er eisini ein búskaparlig raðfesting - men tað fer helst at ganga skjótari, enn vit rokna við. Eg vóni eisini, at grønu visjónirnar fara at síggjast í hvørjum króki í býnum, til gleði fyri ung sum eldri.

- Eg fari at takka fyri, at eg varð boðin við í dag – og nú grækarismessan longu er farin, so fari eg at loyva mær at ynskja tykkum øllum somlum eitt gott summar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.