Grækarismessurøða 2025
Nógv fólk vóru savnað í góðveðrinum á Vaglinum í gjár til grækarismessuhald og skrúðgonguna hjá skótunum.
Elsa Berg, borgarstjóri, flutti fram røðu. Í røðuni legði hon dent á, at vit menniskju eiga at at geva okkum stundir at steðga á og veruliga merkja náttúruna.
- Góðu tit øll.
Hesa tíð bjóða vit tjaldrinum vælkomnum, og vit gleðast um, at vit ganga í móti ljósari tíðum. Vit merkja sólina í andlitinum. Vit síggja lív spretta. Tað angar av vári.
Brádliga er langi, myrki veturin lagdur afturum, og alt kennist eitt sindur lættari.
--
Mær leingist at fevna teg, grønkandi vár, mær leingist hold títt at kína, eru orðini hjá Símun P. Zachariasen. Tí tað gera vit, meðan myrkri er. Leingjast.
Vit leingjast eftir ljósinum. Vit leingjast eftir at fara útum uttan heita jakkan. Og vit leingjast eftir kensluni av at anda frísku várluftina langt niður í lunguni.
Náttúran, umhvørvi, veðurlagið ger okkurt við okkum sum menniskju. Vit gerast glaðari, lættari, raskari, og tað tykist sum um, at øll verðin stendur víðopin av møguleikum.
Vit vita júst, hvat tað er, vit leingjast eftir, tí vit vita, at várið kemur á hvørjum ári.
--
Góða náttúra.
Mær leingist at síggja teg fjallanna tind, sveiptan í dúnmjúka hami.
Kortini eru vit givin við at steðga á og geva okkum tíð.
Tíð til at merkja eftir. Tíð til tað, ið gevur okkum orku. Tíð til grundarlagið fyri okkara trivnað, sálarbót. Ja grundarlagið undir okkum.
Lat meg spyrja -
Nær hevur tú seinast veruliga uppliva náttúruna? Ikki gjøgnum vindeyga, eiheldur tað talgilda – men við øllum tínum sansum?
Eg tosi um at súkkla framvið áarløkir og hoyra tutlandi ljóðið frá ánni - ella hoyra “klippini” frá tjaldrinum. Um at fara út og varnast skiftandi litirnar. Um at forvitnast eftir smádjórum við sjóvarmálan. Og um at ganga í bleyta, tjúkka mosaundirlagnum. Og er tað eitt sindur gráligt og stilt, hoyrast fuglaljóðini enn betur.
Men vit hava ikki tíð. Og helst er tað ein nógv minni partur av okkara gerandisdegi, enn vit geva okkum far um, tí tíðin sum oftast verður brúkt inni.
Náttúran er vorðin ein vinur, vit ikki hava sæð leingi. Sum vit fegin vilja heilsa uppá, men sum vit kanska ikki kenna so væl longur.
--
Tað er einki løgið í tí, tí vit flyta hana - náttúruna - longur og longur burtur frá okkum. Vit savnast í býum við færri og færri grønum økjum, - sum eisini oftani mugu víkja, tá okkurt meira “átrokandi” skal byggjast.
Og oftani eru grønu økini sera snøgg, pen og væl hildin. Men. Tey geva okkum heldur eitt lítið andarhol enn veruligar náttúruupplivingar og veruligt samband.
--
Náttúra er eisini lívmargfeldi og lendi. Hóast vit kanska ikki síggja tað, so eru okkara árin á náttúruna sjónlig. Seyðabit. Leivdir av torvskurði. Minkandi baraldur. Tjarnirnar fækkast. Innræsin plantusløg skumpa staðbundnar plantur burtur. Samfelagsmenningin sæst aftur í dálkaðum áum og løkum, sum hava týðandi leiklut fyri plantu- og djórasamfeløg og eru partur av eini týðandi vistskipan.
Sárini eru har, men kanska vit ikki síggja, hvat vit missa. Men vit skylda okkum sjálvum, komandi ættarliðum og náttúruni at geva aftur. Tí valda vit skaðandi mein á náttúruna, svarar hon aftur.
--
Góða tjaldur. Góða djóralív.
Mær leingist at lýða á fuglanna ljóð, tað vekjandi, styrkjandi blíða.
Men kennir tú fuglin, tú hoyrir? Sært tú fuglin, og veit tú, hvar hann reiðrast?
Vit tosa javnan um fleiri trivnaðarøki og grøn býarrúm í nærumhvørvinum, men ansa vit eftir nærumhvørvinum hjá djóralívinum?
Fuglastovnar eru sveiggjandi, summir illa fyri, og annars rík fuglaøki eru undir trýsti.
Vit eru øll tengd at náttúruni, men dømi eru um plastleivdir í veiddum fugli á døgurðaborðinum.
Vit kunnu gott tosa um tað, men ikki ov leingi og áhugin hvørvir eins skjótt aftur.
Vit taka tað ikki inn. Merkja tað ikki.
Hugsjónin tykist kanska at vera, at tað er nærum víðgongt at vilja verja okkara náttúru.
Men tað er ikki víðgongt at vilja verja tað, vit ikki kunnu liva uttan. Tað er neyðugt.
--
Náttúran er ikki tað fitta, bleyta djóri við stórum eygum, vit onkuntíð hitta. Náttúran er bæði mild og hørð, hon er lívgevandi og beisk. Mest av øllum er hon líka til.
Niðri við sjóvarmálan sýgur fliðan seg fasta á steinin. Skelin vendir úteftir, so hon kann verja seg í sínum trygga heimi. Heldur hon. Men purpurkúvingurin skal eisini liva, og sníkir seg á fliðuna, sum bara sýgur seg enn fastari. Men hon kann einki gera. Tí meðan fjøra er, er fliða still. Purpurkúvingurin hinvegin kann flyta seg. Hann skavar og skavar til hol kemur á. Og etur fliðuna til einki er eftir av henni.
-
Góðu menniskju.
Mær leingist at liva tann eydnuríka dag, tær droymandi summarnætur.
Okkara samfelag skal mennast. Okkum tørvar rúm at búgva, læra, virka, vera og spæla, men okkara lendið er avmarkað.
Tí hevur tað so ómetaliga stóran týdning, at vit gera okkum sjálvum greitt, hvat vit vilja, tá vit leggja ætlanir fyri, hvussu vit innrætta okkum.
--
Men hvussu skulu vit í roynd og veru vita, hvat ið vit missa, tá vit ikki kenna kostnaðin?
Kenna vit virðið av børnum, ið spæla í ánni? Av vistskipanum. Av reinum áum og reinari luft?
Vit eru ofta skjót at gera kostnaðarmetingar av tí nýggja og skínandi. Tunlum, vegum, bygningum, samfelagsmenning. Men vit gloyma at rokna uppá avleiðingarnar fyri náttúru, lívmargfeldið og djóralív, tí vit eru ikki von við at ítøkiligt at seta eitt virði á tað. Tað, sum vit missa, verður ikki tikið við í kostnaðarmetingarnar.
Kanska okkurt loysir seg á rokniarkinum, men um náttúran ikki verður virðismett og als ikki sæst aftur í sokallaðu “kost-nyttugreiningum”, kenna vit heldur ikki kostnaðin og avleiðingarnar av burturmistari náttúru. Avleiðingarnar reint fíggjarliga, fyri náttúruna, fyri trivnaðin, fyri okkum.
Tað er sanniliga politikkur at gera kostnyttugreiningar. Tá úrslitið fyriliggur, eru ein ørgrynna av virðum og avgerðum longu tiknar um, hvat tað er, sum hevur virðið. Og hvat virðið er.
--
Hóast tað kann tykjast trupult og nærum ógjørligt, so tørvar okkum eisini at hugsa øðrvísi og broyta mátan vit síggja og uppliva heimin. Tí sum nú er, eru vit í ferð við at gera óbøtiligan skaða á náttúruna og okkara grundarlag. Vit kunnu ikki halda fram við at billa okkum annað inn. Kunnu vit ikki broyta myndina, so vit kunnu siga søgurnar um náttúruna við erligheit og stoltleika?
--
Vit vita, hvat vit leingjast eftir.
Latið okkum leggja myrkri afturum og fegnast um ljósið og blómandi árstíðina.
Latið okkum geva okkum tíð at steðga á og merkja. Veruliga.
Latið okkum geva náttúruni rúmd, so at hon verður tikin við, tá avgerðir verða tiknar. Tað er ikki víðgongt. Tað er natúrligt.
--
Góðu tit øll.
Lat meg enda við orðunum hjá Jákupi Dahl - Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim:
Lat sólina skína um dalar og fjøll,
Grønkast lat heiðar og liðir!
Tí vit øll leingjast mót lívgandi sól,
Vónandi sælari tíðir.