Tíðindi - 08. desember 2025

Greið brævatkvøðu í Nólsoy mikudagin 10. desember

Valevni-eldraráðsval-2025_felagsmynd-fyribils_web_ÓF

Starvsfólk úr Tórshavnar kommunu koma út til Nólsoyar mikudagin 10. desember at taka ímóti brævatkvøðum til eldraráðsvalið. Til ber at atkvøða í Tilhaldinum í Nólsoy frá klokkan 10 til 12.30.

Minst til at hava pass, koyrikort ella annað samleikaprógv við.

Vilt tú lesa um tey 14 valevnini, ið stilla upp til valið, kanst tú lesa um tey á síðu okkara um eldraráðsvalið. Har sært tú eisini, hvussu tú ómakaleyst kanst greiða tína atkvøðu talgilt við telefonini ella telduni. Les meira her:

Eldraráðsvalið 2025