Tíðindi - 18. juni 2026

Greiðari mannagongdir í sambandi við størri íbúðarverkætlanirx½

14Juli23 84A5290

Tórshavnar kommuna fær hvørt ár nógvar umsóknir um íbúðarverkætlanir. Tí er tørvur á greiðum mannagongdum, so tilgongdin verður greið fyri allar partar – umsøkjara, umsiting og politisku skipanini. Somuleiðis er eisini týdningarmikið, at allar íbúðarverkætlanir verða viðgjørdar eins.

 

Umsitingin hjá kommununi hevur gjørt eitt uppskot til kommunalu tilgongdina fyri verkætlanir, og Tórshavnar býráð hevur tikið undir við nýggju tilgongdini.

 

Greiðar leiklutir og uppgávur í tilgongdini                

Tilgongdin er skipað í trimum løgum, ið fevna um Umsøkjaran, Kommununa og Borgaran/Almenningin. Her gerst greitt, hvønn leiklut mennarin av verkætlanini hevur, hvørjar ymisku uppgávurnar eru í umsitingini, nær verkætlanin skal viðgerast politiskt og síðani sendast landinum til endaliga góðkenning. Harumframt nær verkætlanin verður almenn fyri borgaranum.

Tað slepst ikki undan drúgvari tilgongd frá hugskoti til endaliga byggisamtykt. Í tilgongdini verður samskift millum mennara og umsiting, og tillagingar gjørdar um neyðugt. 

Somuleiðis er íbúðarbygging ein lutfalsliga nýggjur bústaðarháttur í Føroyum, hóast hon er í stórari menning. Tí verður mett, at slíkar verkætlanir eiga at verða mentar í samstarvi við tey, ið vilja byggja, so tær stuðla undir einari føroyskari byggimentan og arkitektoniskari siðvenju.

 

Hugskotið umrøtt millum umsøkjara og umsiting

Fyri at gera tilgongdina so einfalda sum gjørligt hevur umsitingin gjørt eitt skjal, ið vísir, hvørji viðurskifti mennarin skal taka støðu til eru viðkomandi, tá hugskotið verður latið umsitingini.

Síðani verður fundur millum umsøkjara og umsitingina í Tórshavnar kommunu, har ætlanin verður umrødd og tillagingar gjørdar um neyðugt. Við støði í tilfarinum og fundinum verður ætlanin lýst fyri politisku skipanini, soleiðis at hon kann taka støðu til, um hetta er ein ætlan, arbeiðast skal víðari við.

Hetta fyrsta stigið tryggjar, at politiska skipanin ynskir, at verkætlanin skal fremjast, áðrenn umsiting og umsøkjari brúka óneyðuga nógva orku at gera endaligt tilfar og uppskotið til serstøku byggisamtyktina.

Um politiskt ynski er um at fara víðari við verkætlanini,verður uppskot til serstaka byggisamtykt gjørt og lagt til politiska viðgerð og síðanni almenna hoyring. 

 

(Tilvildarlig mynd)