Tíðindi - 26. august 2025

Grind legði beinini í Sandagerði

P8271174

Fyrr í dag legði ein grind beinini í Sandagerði.

Grindin varð funnin í Hestfirði, og veðurlíkindini gjørdu, at avgjørt varð at reka grindina til Havnar.

Grindin var 31 hval, ella 268 skinn, og verður býtt í drápspartar.

Seðlarnir koma væntandi út klokkan 18.30.