Tíðindi - 27. mai 2026

Grind legði beinini í Sandagerði í dag.

Grind 26. august 2025_Rókur

Fyrr í dag legði ein grind beinini í Sandagerði.

Grindin var stór, og verður býtt í bæði drápspartar og heimapartar.

Seðlarnir til drápspartarnar koma væntandi út klokkan 9.00 í morgin, meðan heimapartarnir verða býttir út millum fólk í Tórshavn og í bygdunum í kommununi. Meira verður at frætta í morgin tíðliga um, hvar og nær heimapartarnir verða býttir út, men greitt er longu nú, at talan verður ikki um at býta eftir gamla listanum til heimapartar. Heldur verður talan um, at fólk bara kunnu møta á staðnum, har skorið verður upp og fáa part.