Tíðindi - 09. mai 2022

Grundøki í Kollafirði til sølu til raðhúsa- ella íbúðarbygging

Útbjóðing av matr.nr. 203c mynd

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkli nummar 203c í Kollafirði, umleið 4480 m2, til sølu til bústaðarbygging.

Í Kommunuætlanini og í bústaðarpolitikkinum fyri Tórshavnar kommunu verður mælt til, at fleiri bústaðir verða gjørdir í kommununi. Tilflytingin hevur seinnu árini verið ovurhonds stór, og tí er kommunan í troti við bústøðum.

Politiskt er ynski at royna aðrar leiðir fyri at nøkta tørvin á bústøðum, og tí verður farið undir at bjóða privatum mennarum at keypa part av matr. nr. 203c í Kollafirði at menna til íbúðir ella raðhús til leigu- ella eigarabústaðir.

Einstaklingar og feløg kunnu bjóða uppá grundøkið.

Innlatingarfreist

Skrivlig boð skulu latast kommununi í afturlatnum brævbjálva, saman við fylgiskjølum á geyma og váttan um fígging frá fíggingarstovni, í seinasta lagi 1. august 2022 kl. 12.

Lýsast skal, hvussu tilboðsgevari fíggjarliga megnar at fullføra verkætlanina.

Útbjóðingartilfar

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi.

Útbjóðingartilfarið sæst her: