Tíðindi - 05. oktober 2021

Grundøki til íbúðir ella raðhús til sølu í Kollafirði

Útbjóðing av matr.nr. 203c mynd

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matr. nr. 203c í Kollafirði, umleið 4.480 m2, til sølu til bústaðarbygging.

Í Kommunuætlanini og í bústaðarpolitikkinum fyri Tórshavnar kommunu verður mælt til, at fleiri bústaðir verða gjørdir í kommununi.

Tilflytingin hevur seinnu árini verið ovurhonds stór, og tí er kommunan í troti við bústøðum. Politiskt er ynskið at royna aðrar leiðir fyri at nøkta tørvin á bústøðum, og tí verður farið undir at bjóða privatum mennarum at keypa part av matr. nr. 203c í Kollafirði at menna til íbúðir ella raðhús til leigu- ella eigarabústaðir.

Bæði einstaklingar og feløg kunnu bjóða uppá grundøkið.


Innlatingarfreist

Tilboð, saman við fylgiskjølum og váttan um fígging frá fíggingarstovni, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. november 2021 kl. 12.

Útbjóðingartilfar

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi.

Útbjóðingartilfarið finnur tú her: