Grundøki til íbúðir og raðhús til sølu í Kollafirði

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkul nummar 203c í Kollafirði, umleið 4480 m2, til sølu til bústaðarbygging.
Í Kommunuætlanini og í bústaðarpolitikkinum fyri Tórshavnar kommunu verður mælt til, at fleiri bústaðir verða gjørdir í kommununi. Tilflytingin hevur seinnu árini verið ovurhonds stór, og tí er kommunan í troti við bústøðum.
Politiskt er ynski at royna aðrar leiðir fyri at nøkta tørvin á bústøðum, og tí verður farið undir at bjóða privatum mennarum at keypa part av matr. nr. 203c í Kollafirði at menna til íbúðir ella raðhús til leigu- ella eigarabústaðir.
Einstaklingar og feløg kunnu bjóða uppá grundøkið.
Innlatingarfreist
Tilboðini, saman við fylgiskjølum og váttan um fígging frá fíggingarstovni, skulu latast kommununi í afturlatnum brævbjálva í seinasta lagi 30. mars 2022 klokkan 12.
Útbjóðingartilfar
Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi.
Útbjóðingartilfarið sæst her: