Grundøki við Villingadalsvegin til sølu til lutaíbúðir

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum matrikkul 1356 og 1355 við Villingadalsvegin, tilsamans umleið 22.000 m2, til sølu til lutaíbúðarbygging.
Matrikklarnir liggja í 160 metra hædd og hava stórsligið útsýni norður-, eystur- og suðureftir. Frá miðbýnum í Havn og niðan til matrikklarnar eru beint niðanfyri 3 kilometrar. Í kringumráðnum eru einamest bústaðir og nakrir einstakir dagstovnar.
Í bústaðarpolitikkinum fyri Tórshavnar kommunu er sett út í kortið at náa einari samanseting av bústaðarsløgum áljóðandi 60% sethús, 20% íbúðir og 20% rað- og tvíhús innan 2030. 9 ár áðrenn framrokningina kunnu vit staðfesta, at vit meiri ella minni hava nátt hesum málinum við 59% sethúsum, 27% íbúðum og 14% rað- og tvíhúsum. Hetta vísir, at tað er sera ringt sum kommuna at planleggja, hvussu tann veruligi bústaðarmarknaðurin kemur at síggja út. Tó kann kommunan gera sítt fyri at stýra planleggingini ávísar vegir, t.d. við at leggja tey kommunalu grundstykkini út til ávís endamál.
Matrikklarnir 1356 og 1355 við Villingadalsvegin eru tilsamans størri enn øll Javnagøta og Korkagøta, ið eru býlingarnir niðanfyri økið. Talan er tí um eitt sera stórt øki og ein heilt nýggjan býling, ið kemur at liggja við endan á Villingadalsvegnum.
Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin og økið verður skipað, men kravið er, at bústaðirnir skulu gerast sum lutaíbúðir.
Einstaklingar og feløg við tilknýttum arkitektaráðgeva kunnu bjóða.
Innlatingarfreist
Skrivlig boð skulu latast kommununi í afturlatnum brævbjálva saman við fylgiskjølum á geyma og váttan um fígging frá fíggingarstovni í seinasta lagi 1. august 2022 kl. 12.
Útbjóðingartilfar
Útbjóðingartilfarið sært tú her:
Útbjóðingartilfar - Grundøki við Villingadalsvegin til sølu til lutaíbúðir