Tíðindi - 10. februar 2023

Grundstykkir í Nólsoy til sølu

Søla av grundstykkjum í Nólsoy til tíðindi februar 2023

Tórshavnar kommuna selur nú grundstykkini, ið eru eftir av útstykkingini Undir Bøbrekku í Nólsoy í fríari sølu. Talan er um grundstykkir, ið eru umleið 500 fermetrar til støddar.

Stykkini eru ikki grivin út, og tey verða seld, soleiðis sum tey liggja. Kostnaðurin er kr. 165.000 umframt tinglýsingarkostnaðin, sum keypari rindar. Vanligar kommunalar ásetingar verða tinglýstar á stykkjunum, undir hesum áseting um bústaðarskyldu.

Til ber at kunna seg um, hvørji stykki enn eru tøk og at bíleggja sær stykki á síðu okkara um kommunalar útstykkingar.

So hvørt sum grundstykkini verða umbiðin og seld, verður tað frámerkt á heimasíðuni. Eru fleiri, sum søkja um at keypa sama grundstykki, goymir kommunan umsóknirnar og bjóðar næsta umsøkjara tað, um fyrsti keypari sleppur sínari ætlan.

Kommunalar útstykkingar í Tórshavnar kommunu