Tíðindi - 05. juli 2025

GSM-samband á veg í Húsareynstunnilin

Bd04b69b Fb8f 4B6c 8Dc8 33144Ab10e20

Eins og í øllum øðrum tunlum skal tað bera til at brúka fartelefon í Húsareynstunlinum.

Sambært Føroya Tele, sum stendur fyri arbeiðnum, verður fartelefonnetið sett upp í tunlinum nú um vikuskiftið.

Sostatt fer tað at bera til at brúka fartelefon eisini í Húsareynstunlinum.

Nýggi tunnilin verður latin upp fyri almennari ferðslu í morgin, sunnudagin. Hátíðarhaldið byrjar klokkan 13.00 við tunnilsmunnan í Marknagili, har GHM fer at spæla, og klokkan 13.30 fara Elsa Berg, borgarstjóri, og Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, at halda røður, áðrenn Bergur Robert Dam Jensen fer at klippa snórin til nýggja tunnilin.

Síðani kunnu fólk ganga, renna og súkkla gjøgnum tunnilin og eftir nýggja Havnarvegnum allan vegin til stórhøllina við Tjarnir.

Klokkan 15.30 verður tunnilin latin upp fyri almennari bilferðslu við Føroya Ellisakførum á odda.