Tíðindi - 25. mai 2022

Halda fast við upprunaligu freistina fyri boð uppá grundøki við Villingadalsvegin

Útbjóðing av grundøki við Villingadalsvegin mai 2022

18. mai 2022 longdi kommunan freistirnar fyri boð uppá grundøkið við Villingadalsvegin, ið varð bjóðað út til lutaíbúðarbygging 3. mai 2022. Avgjørt er nú at halda fast við upprunaligu innlatingarfreistina, sum er 1. august 2022 kl. 12.

Tórshavnar kommuna lýsti 3. mai 2022 matrikkul 1356 og 1355 við Villingadalsvegin, tilsamans umleið 22.000 m2, til sølu til lutaíbúðarbygging. Innlatingarfreistin var tá 1. august 2022.

18. mai 2022 valdi kommunan tó at leingja freistirnar í útboðnum, soleiðis at innlatingarfreistin skuldi vera 3. oktober 2022. Hetta fyri at taka atlit til ídnaðarferiuna hjá møguligum tilboðsgevarum.

Avgjørt er nú kortini at halda fast við upprunaligu innlatingarfreistina, sum er 1. august 2022 kl. 12. Kommunan hevur mett, at tað er umráðandi at fáa tilboðini inn so skjótt sum til ber, soleiðis at bústaðirnir kunnu byggjast skjótast gjørligt.

Galdandi freistirnar fyri tilboð uppá grundøkið við Villingadalsvegin eru sostatt hesar:

  • 3. mai 2022: Kunngerð á heimasíðuni hjá kommununi
  • 13. mai 2022: Seinasta freist at seta spurningar til ætlanina og útboðið
  • 18. mai 2022: Kommunan svarar settu spurningunum
  • 1. august 2022 kl. 12: Freist at lata inn skrivlig tilboð
  • 1. september 2022: Avgerð verður tikin um innkomin tilboð á býráðsfundi

Skrivlig boð skulu latast kommununi í afturlatnum brævbjálva saman við fylgiskjølum á geyma og váttan um fígging frá fíggingarstovni í seinasta lagi 1. august 2022 kl. 12.

Tú finnur útbjóðingartilfarið og nærri kunning á síðu okkara um kommunalar útstykkingar.

Kommunalar útstykkingar í Tórshavnar kommunu