Lurta
Tíðindi - 19. apríl 2024

Hámarksferðin á Velbastaðvegnum broytt til 60 km/t

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at lækka hámarksferðina á strekkinum frá rørportrinum á Norðasta Horni til Gamla Velbastaðvegin. Hámarksferðin er nú lækkað frá 80 km/t til 60 km/t.

Orsøkin er vaksandi ferðslan á Velbastaðvegnum saman við fleiri til- og frákoyringum til bussvendipláss, Norðasta Horn og traðarvegir. Broytingin er sostatt gjørd fyri at økja ferðslutrygdina í økinum.