Tíðindi - 22. mai 2026

Handverkaramessan 2026

0F1A3442

Í dag var Handverkaramessa í Havn. Heðin Mortensen, varaborgarstjóri og formaður í Vinnunevnd Tórshavnar býráðs, setti dagin. 

"Góðu handverkarar! Góðu tit í Bygma Balslev!

Fyrst vil eg takka fyri høvið at seta handverkaramessuna hjá tykkum, sum er tann sjeynda í røðini. Síðani 2012 hevur henda vælumókta messan verið annaðhvørt ár, uttan í 2020, tá corona herjaði. Í ár kunnu tit so eisini hátíðarhalda, at stórthundrað ár eru liðin, síðani fyritøkan sá dagsins ljós. Nú eitur hon Bygma Balslev og er størri og sterkari enn nakrantíð, sum messan eisini ber boð um.

Í einum samfelag sum tí føroyska verður alla tíðina leitað eftir javnvág á ymsum økjum. Sum oftast hoyra vit um tað í sambandi við fíggjarlógina og sovorðið, men eisini aðrastaðni. Vit hava í mong ár sæð eitt mynstur, har tað bókliga hevur vigað tungt hjá okkara unga fólki. Tað ræður hjá teimum flestu um at fáa sær eina útbúgving, tí tað tykist vera besta leiðin at ganga. Útbúgving er eisini góð at hava, men lívið og gerandisdagurin eru so nógv annað enn bara tað.

Eitt gott høvd er ikki at forakta, men tað eru fittar og góðar hendur so sanniliga heldur ikki. Og vit mugu ásanna, at vit hava brúk fyri báðum – bæði útbúnum, men eisini útlærdum – fólki. Fyrr í ár tóku handverksmeistarar og handverkarar stig til nýggja felagsskapin Skills Føroyar. Endamálið er at varpa ljós á yrkisførleikar og at skipa fyri føroyameistarakapping fyri lærlingar. Eisini skal hetta geva møguleikar fyri, at føroyskir lærlingar kunnu kappast í altjóða høpi. Á mongum økjum síggja vit, at føroyskur ungdómur stendur seg framúr væl, so hví ikki eisini her?

Tey, sum velja sær eitt handverk, heldur enn eina bókliga útbúgving, verða ikki slept upp á fjall. Tað er handverkaramessan gott dømi um, tí á tykkara 1300 fermetrum er alt møguligt at síggja. Bygma Balslev vísir fram tilfar, amboð, maskinur, klæðir og annað, ið kann geva góðan íblástur. Messan er ein hin størsta nakrantíð, tí ikki færri enn 46 veitarar eru umboðaðir, so hon fevnir breitt. Sum á so mongum økjum, gongur menningin her við rúkandi ferð, so tað ræður um at fylgja við.

Ikki bara handverkarar og lærlingar kunnu fáa nakað burturúr, men eisini onnur, ið tíma at baksast. Fyrst og fremst er tað uttan iva byggivinnan, ið hevur stóran áhuga fyri, hvat rørist á marknaðinum. Sovorðnar messur elva jú til kapping um dygd og prís, eins og skjóta og trygga veiting. Alt samalt er hetta nakað, sum í síðsta enda eigur at koma okkum brúkarum til góðar. Eisini gagnar tað okkum, sum av og á taka hamara, skrúvumaskinu ella onnur amboð upp í hondina. Við øðrum orðum vendir handverkaramessan sær til ein breiðan skara av fólki og viðskiftafólki.

At áhugin er stórur og eisini vaksandi, bera undanfarnu handverkaramessur týðiliga boð um. Fyrst árið vóru túsund gestir, men seinnu árini hava tey vitjandi hava táttað í 3.000 fólk. Øll hesi kunnu óivað finna eitt og annað áhugavert – ella bara forvitnast. Handverkarum dámar at hava góð amboð, so nógv av tí nýggja verður óivað handfarið her í dag. Men ikki minst man tað vera hugaligt hjá handverkarum at hitta starvsfelagar og fáa eitt gott prát. Í gerandisdegnum gevast kanska ikki altíð so góðar stundir til tað, men nú er so eitt høvi. Handverkaramessan er við til at gera handverksfakini sjónligari, og tað kunnu vit bara fegnast um. Trot er á handverkarum, so kanska onkur her fær íblástur til eina nýggja yrkisleið sum handverkari. 

Bygma Balslev er eitt stórt og gott arbeiðspláss, og við messuni ganga tit undan á tykkara øki. Ein og hvør, ið vil duga sítt eitt sindur betur, má søkja sær kunnleikan, og so er eisini her.

Við hesum orðum vil eg lýsa handverkaramessuna 2026 hjá Bygma Balslev at vera setta. Takk fyri, at tit lýddu á, og góða messu!